Framgongd á partabrævamarknaðinum hevur við sær, at virðið á norski oljugrunninum er vaksið við 1000 milliardum norskum krónum síðani mars mánað.
Virðið á grunninum er nú fyri fyrstu ferð farið um 18.000 milliardir norskar krónur. Tað svarar til 12.000 milliardir danskar krónur.
Tað skrivar norski miðilin E24.
Norski oljugrunnurin varð stovnaður, tá ið olja varð funnin í norskum øki í Norðsjónum. Endamálið var at verja norska búskapin ímóti stóru oljuinntøkunum og møguligum sveiggjum í inntøkunum.
Grunnurin hevur síðani gjørt íløgur í partabrøv. Eitt nú eigur grunnurin 2,5 prosent av Novo Nordisk. Virðið á grunninum er støðugt vaksið og hevur nú sett met í virði.