Nú er næstan semja um undirsjóvartunlar

Men tað er nettupp inni við land, at skerini eru


Tað skal verða koyrandi ígjøgnum bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í 2020 ella 2021.

 

Tað er politiski tunlabólkurin nú at kalla samdur um, staðfestir Páll á Reynatúgvu, sum umboðar Tjóðveldi í bólkinum.

 

Flokkarnir eru at kalla samdir um eina ætlan fyri, hvussu teir báðir undirsjóvartunlarnir skulu fremjast í verki og, hvussu teir skulu fíggjast.

 

– Nú er bara fínpussing eftir, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum umsitur tunnilsmál, eftir at Innlendismálaráðið varð tikið av.

 

Málið er framvegis at gera eina breiða, politiska semju um tunlarnar og í tí sambandi hevur verið bíðað eitt sindur eftir, hvat Tjóðveldi fór at gera við tunnilsmálið.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at semjan er undir landi. Men hann leggur afturat, at tað er nettupp undir landið, at skerini eru.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Páll á Reynatúgvu, metir um tunlamálið, sum tað liggur beint nú.