Nú er koyrandi aftur ígjøgnum Kollafjarðartunnilin

Tey hava eisini fingið greiði á, hvat tað var, sum feilti

Nú er koyrandi aftur ígjøgnum Kollafjarðartunnilin. Tað var beint eftir klokkan trý seinnapartin, at fleiri bilførarar ringdu til løgregluna at boða frá, at tað var ræðuliga nógv gass í tunlinun.

 

Tað var við munnan kollafjarðarmegin og einar 400 metrar inn. Bilførararnir greiddu frá, at tað var sum at renna seg í ein múr, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

 

Sjálvvirkandi ávaringarskipanin, sum lýsir reytt uttan fyri tunnilin og ávarar bilførarar, tá ið tað er ov gass í tunlinum, virkar heldur ikki fyri tíðina. Tí varð gjørt av at steingja tunnilin og mæla bilførarum til heldur at fara eftir Oyggjarvegnum. 

 

Luftvifturnar undir loftinum rigga ikki, men ein vifta varð útvegað frá sløkkiliðnum í Klaksvík. Hon varð førd suður til tunnilsmunnan kaldbaksmegin og tað gekk væl at blása roykin og gassið úr tunlinum.

 

So nú er koyrandi aftur, sigur Árni Jacobsen. Hann sigur, at alt gassið í tunlinum var frá eini gravimaskinu, sum hevði koyrt ígjøgnum hann og tá ið vifturnar ikki riggaðu, varð gassið hangandi inni í tunlinum.