Nú er klárt hjá teimum, sum eru allar ringastr fyri, at søkja um fíggjarliga hjálp. Løgtingið hevur samtykt at lata teimum allar fátækastu ein oljustuðul upp á 10.000 krónur og Almannaverkið sigur, at nú er klárt hjá fólki at søkja. Tað ber bara til at fáa oljustuðul eina ferð. Tey, sum hava rætt at fáa oljuístuðul, eru húski har minst ein í húsinum er yvir18 ár.
Men tað er ikki hvør sum helst, ið kann fáa oljuístuðul, tí tað er bara ætlað teimum, sum eru allar ringast fyri. Sostatt er tað bara hesi, sum kunnu fáa oljustuðul:
– Er talan um eitt húski við einum vaksnum, kann inntøkan hesar seinastu 12 mánaðirnar í mesta lagi hava verið 290.000 tilsamans, sama um børn eru í familjuni ella ikki.
– Er talan um húski við tveimum vaksnum, ella fleiri, og sum hava í mesta lagi tvey børn, kann inntøkan tilsamans ikki hava verið meiri enn 390.000 krónur hesar seinastu 12 mánaðirnar fyri at fáa oljustuðul.
– Er talan um húski við tveimum vaksnum og minst trimum børnum, kann inntøkan tilsamans ikki hava verið hægri enn 410.000 krónur hesar seinastu 12 mánaðirnar fyri at fáa oljustuðul.
Men tað eru eisini bara tey, sum ikki eiga nakað nevnivert av peningaligari ogn, sum kunnu fáa oljustuðul. Oljuístuðul kann nevniliga ikki verða latin einum húski við einum, ella tveimum, vaksnum, um ognin fer upp um 50.000 krónur tilsamans. Og er talan um trý, ella fleiri vaksin í einum húski kunnu tey ikki eiga meiri enn 70.000 krónur tilsamans fyri at fáa oljustuðul. Og her er bæði talan um innistandandi í peningastovni og virðisbrøv. Men ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og skaða, verður ikki tald við.
Í Almannaverkinum vóna tey, at tey fyrstu fara fáa oljuístuðul fyrst í novembur.











