Nú er Jørgen nógv sterkari enn Bárður

Nýggjasta veljarakannigin vísir, at samgongan hevur meiriluta, men at Fólkaflokkurin skal hava løgmann

Veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin í døgunum 20. apríl til 4. mai vísir, at samgongan hevði varðveitt meirilutan.

 

Samgongan fær 17 tingfólk og andstøðan 16.

 

Fólkaflokkurin hevði havt eitt gott val. Hann gongur 1,3 prosentstig fram, og fær 25,8 prosent í mun til 24,5 á valinum í 2019. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat teimum 8, sum flokkurin fekk á seinasta vali, tá hann vann 2 sessir í mun til valið í 2015.

 

Sambandsflokkurin hevur lutvíst stóra afturgongd. Flokkurin fær søguliga vánaligt úrslit upp á 18 prosent. Á seinasta løgtingsvali í 2019 fekk flokkurin 20,3 prosent, so afturgongdin er -2,3 prosentstig, sum aftur merkir, at flokkurin fær 6 tingfólk.

 

Men av tí at Fólkaflokkurin gongur 1,3 fram, meðan Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ganga 2,4 prosent aftur, so er samlaða afturgongdin hjá samgonguni »bara« 1,1 prosentstig. Og tá missurin hjá Sambandsflokkinum legst afturat hjá Fólkflokkinum, so eru úrslitið tað sama, tó at Fólkaflokkurin nú er nógv størsti samgonguflokkur.

 

Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd og er stóri vinnarin í kanningini. Flokkurin gongur 4,8 prosentstig fram. Á seinasta løgtinsvali gekk flokkurin aftur, fekk 22,2 prosent. Í kanningini fær flokkurin 27 prosent, sum gevur flokkinum 9 tingfólk.

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur eitt søguliga vánaligt úrslit í hesi veljarakanningini, sum bara gevur honum helmingin av undirtøkuni, sum flokkurin hevði á seinasta løgtingsvali, sum annars var tað ringasta hjá flokkinum í 115 ára longu søgu floksins. Tá fekk Sjálvstýri 3,4 prosent, sambært kanningini fær flokkurin 1,7 prosent, sum er langt undir tinggáttini, sum er upp á 3,03 prosent.

 

Tjóðveldi stendur at kalla í stað, tó at flokkurin kvinkar eitt sindur fram. Hann stendur til at fáa 18,6 prosent, sum er 0,5 prosentstig meira, enn flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2019, tá flokkurin fekk 18,1 prosent. Tað gevur flokkinum 6 tingfólk, sum er sama tingfólkatal, sum flokkurin hevði.

 

Miðflokkurin stendur eisini í stað, tó at undirtøkan sambært kanningini minkar 0,1 prosentstig. Tað gevur flokkinum sama tingfólkatal, tvey tingfólk, sum flokkurin hevur í dag. Flokkurin fær 5,3 prosent í mun til 5,4 prosent á valinum í 2019.

 

Verri gongur hjá Framsókn, sum missir eitt prosentstig í veljarakanningini í mun til valið í 2019. Og tað hevur so mikið stóran týdning, at flokkurin missir annan tingsessin. Flokkurin fekk á valinum í 2019 4,6 prosent av atkvøðunum. Sambært kanningin fær hann bara 3,6 prosent, og tað røkkur bara til ein tingsess.

 

Samanumtikið kann sigast um veljarakanningina hjá Gallup, at støðan er tann sama millum blokkarnar á tingi.

 

##med2##

 

Men innanhýsis í ávikavist samgongu og andstøðu henda broytingar. Fólkaflokkurin styrkir sína støðu í mun til Sambandsflokkin. Tá flokkarnir skipaðu samgongu, var Sambandsflokkurin eisini minni enn Fólkaflokkurin. Hann hevði 7 tingfólk, meðan Fólkaflokkurin hevði 8. Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin bara 6 tingfólk, og Fólkaflokkurin fær 9 og verður soleiðis helvtina størri enn Sambandsflokkurin.

 

Í andstøðuni hendir tann broyting, at Framsókn og Sjálvstýri lata hvør sín tingsess til Javnaðarflokkin, sum hevði 7 á seinasta vali og nú fær 9. Fyri Miðflokkin merkir tað, at flokkurin fer niður í helvt, og fyri Sjálvstýri merkir tað, at flokkurin fer niður í einki.

 

##med3##

 

At Fólaflokkurin sambært kanningini er so nógv sterkari enn Fólkaflokkurin hevði merkt, at Fólkaflokkurin eigur løgmann. Tað er altíð ein spurningur um persónar, tá løgmaður skal finnast. Men tá tríggir tingsessir eru á muni, so eigur Fólkaflokkurin sjálvsagdan rætt til løgmann, um hetta var eitt valúrslit. So er spurningurin, um Fólkaflokkurin er klárur til tað, og um Sambandsflokkurin vil sleppa løgmanssessinum. Alternativið hjá Sambandsflokkinum er at kasta saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.