Hetta verður byrjanin til endan á heilsuskúlanum í Suðuroy og tí verður ætlanin hjá Jenisi av Rana, ikki góðtikin. Tað siga tey fýra tingfólkini, Bjarni Hammer og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum eisini er í samgongu við Jenis av Rana.
Tað er stórt trot á arbeiðsmegi í eldrarøktini og Jenis av Rana ætlar nú at skipa fyri fjarundirvísing, har fólk kunnu sita norðanfyri og fylgja við undirvísing á Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Men hetta vilja tey fýra tingfólkini ikki góðtaka. Tey siga, at tað hava verið mong álop á Heilsuskúli Føroya, sum hevur ment seg til at vera ein av mest viðurkendu og skipaðu heilsuskúlum í Norðurlondum, sum tey taka til.
– Tí órógvar tað óneyðuga illa, tá ið politikarar, og stovnar, ferð eftir ferð royna at taka grundarlagið undan skúlanum og flyta útbúgvingina norður um fjørðin, siga tey. Tey siga, at tí hava tey fegnast um, at landsstýrismaðurin á økinum, Jenis av Rana, áður hevur vart skúlan - og staðsetingina í Suðuroy
– Men hesa seinastu tíðina verður lopið á skúlan frá øllum síðum og nú er trýstið so stórt, at sjálvt sjálvt landsstýrismaðurin er hoknaður undir fyri trýstinum. Vit skilja, at alt hevur brúk fyri tillagingum, men at seta undirvísingarhøli á stovn norðanfyri til somu útbúgving, eigur ikki at verða neyðugt.
– Landsstýrið hevur givið út eina frágreiðing, sum kallasr »Í góðum hondum«. Har stendur, at ein nýggj deild skal gerast norðanfyri, men har er eingin próvførsla fyri at at tað er neyðugt at leggja ein part av útbúgvingini aðrastaðni enn í Suðuroy, siga tey fýra løgtingsfólkini.
– Sjálvandi skal tað vera møguligt at vera við til vanliga fjarundirvísing, men hetta skal vera, tá umstøðurnar krevja tað. Tað kann til dømis vera í ávísum fakum, ið egna seg til tað ella tá ferðaætlanin ikki passar.
Tey stúra fyri, at har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Tí vilja tey ikki góðtaka, at hetta byrjar sum fjarundirvísing norðanfyri. Tað er so skjótt, at fjarundirvísing verður til nærundirvísing, og tað verður byrjanin til endan á Heilsuskúlanum í Suðuroynni, siga Bjarni Hammer, Henrik Old, Erhard Joensen og Sirið Stenberg.