Tað er nú greitt, nær Summar Festivalurin verður næsta ár. Nú er avgerð nevniliga tikin um, at Summar Festivalurin verður í døgunum frá 4. til 6. august.
– Summar Festivalurin hevur verið raktur av koronu hesi seinastu tvey árini, men fyrireikararnir fella ikki í fátt og tí er ætlanin at halda festivalin næsta summar.
– Vit trongja øll til ein góðan Summar Festival, og vit vilja gera okkara til, at hetta kann lata seg gera næsta, sigur Erik Biskopstø, stjóri í Summar Festivalinum í tíðindaskrivi í dag.
– Hesi seinastu tvey árini hava verið tung fyri tey, ið skipa fyri mentanartiltøkum, men tað er umráðandi, at vit ikki gevast á hondum, men vilja virka fyri, at vit aftur fáa tey stóru og góðu summartiltøkini á skrá í Føroyum, sigur hann.
Øll, sum ætla sær á Summar Festivalin næsta ár, skulu keypa nýtt atgongumerki. Atgongumerkini, sum vórðu seld til avlýstu festivalarnar í fjør og í ár, verða strikað í næstum og tey, sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur. Løgtingið hevur gjørt av at veit festivalunum stuðul, og beinanvegin hesin stuðul er komin, verða atgongumerkini afturrindað, sigur stjórin fyri Summar Festivalin.