Nú er greitt nær jólatræið í Havn verður tendrað

Í ár stendur tað ikki akkurát á sama staðið, har tað plagdi standa

Nú er avgjørt, at tað verður næsta leygardag, tann 26. novembur, at stóra jólatræið í miðbýnum í Havn,verður tendrað. Men í ár stendur jólatræið ikki á Tinghúsvøllinum sum tað plagdi og tað er tí at økið er byrgt av í sambandi við arbeiðið upp á Havnará. Ístaðin verður tað sett framman fyri trappuna til Ráðhúsið.

 

Jólatræið hevur ikki altíð staðið á vaglinum og sum tað sæst á myndunum niðanfyri, hevur tað onkuntíð staðið á við vegin uttan fyri Ráðhúsið.

 

Tað verður klokkan 15.30 næsta leygardag, at Jólatræið á Vaglinum verður tendra. Ann Hermansdóttir, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, halda røður og Havnar Hornorkestur spælir.

 

Jólabýurin verður í ár settur upp á parkeringsplássinum frammanfyri Ráðhúsið og í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, verða ymisk tiltøk í miðbýnum.

 

##med2##

 

##med3##