Nú er ein nýggj skjótløðistøð í Gøtudali

- Nýggja løðistøðin ger tað møguligt at løða bilin upp til tríggjar ferðir skjótari enn á vanligum løðistøðum, sigur SEV.

Løðimøguleikarnir í Eysturoynni eru nú enn betri.

 

Á orkustøðini hjá Magn í Gøtudali er ein 150 kW Alpitronic Hypercharger skjótløðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða bilin upp til tríggjar ferðir skjótari enn á vanligum løðistøðum.

 

- Løðistøðin, sum var sett til hósdagin hin 3. mars, hevur trý DC løðistikk; eitt Chademo og tvey CCS stikk. Eisini er ein AC løðistøð sett upp til teir bilar, sum ikki kunnu løða DC.

 

Tað eru Magn og SEV, sum samstarva um løðistøðina á økinum hjá Magn í Gøtudali. Sambært Finn Jakobsen, stjóra á Magn, er ætlanin eisini at seta upp løðistøðir á øðrum Magn-støðum kring landið.

 

- Almenna infrakervið við løðistøðum er munandi víðkað. Higartil í ár eru komnar tvær 150 kW skjótløðistøðir, umframt AC-løðistøðir, settar eru settar upp ávikavist í Skálafirði og í Gøtudali.

 

Hjá SEV siga tey, at á leiðini av flogvøllinum til Klaksvíkar eru nú skjótløðistøðir á flogvøllinum, við Streymin, í Skálafirði, Saltangará, Gøtudali og Klaksvík.

 

- Í næstum verður ein 150 kW skjótløðistøð sett upp í Kollfjarðardali eisini, verður lagt aftrat.