Nú er aftur trygt hjá føroyskum kavarum

Teir fáa nú aftur lívsneyðuga viðgerð, skuldi eitt óhapp hent

 

Nú verður aftur trygt hjá føroyskum kavarum at fara til arbeiðis.

Vinnukavararnir løgdu annars arbeiðið niður 1. juni, tí tá varð viðgerðin í trýsttanga niðurløgd, tí ósemja var um, hvør skuldi rinda útreiðslurnar, landssjúkrahúsið ella Vørn.

 

Serliga rakti hetta alivinnuna meint, tí hon hevur brúk fyri kavarum hvønn dag og vinnan heitti eisini staðiliga á partarnar um at finna eina loysn alt fyri eitt

Og nú er ein loysn funnin, sigur Vørn á síni heimasíðu, so at kavarar kunnu nú aftur fáa viðgerðm skuldi eitt óhapp hent. 

 

KvF segði í gjárkvøldið, at loysnin er, at tangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið og at Heilsumálaráðið rindar fyri tað.

Men ein avtala er eisini gjørd um, at fyribils skal Vørn rinda fyri útreiðslurnar til starvsfólki, sum skal veita viðgerðina í tanganum og ganga vakt, so at hann er tøkur, tá brúk er fyri tí.