Nú byrjar forskúli á Argjum

Tað verður ikki ókeypis fyri foreldur at lata børn fara í nýggja forskúlan í skúlanum á Argjahamri

Nú verður eisini forskúli settur á stovn á Argjum.

 

Tá ið skúlin á Argjahamri varð bygdur, varð hann gjørdur so mikið rúmligur, at hann skuldi eisini kunna húsa einum forskúla.

 

Og nú býráðið í Havn hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár, er peningur sett av til at stovna forskúla á Argjum, so at hann kann byrja næsta summar.

 

Men býráðið ætlar ikki, at tað skal vera ókeypis hjá foreldrum at lata børnini fara í forskúla, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði.

 

Tvørtur ímóti skulu foreldrini rinda eitt brúkaragjald fyri hvørt barn, tey lata fara í forskúla

 

Brúkaragjaldið verður áleið tað sama sum tað kostar at hava eitt barn í barnagarði, sigur forkvinnan í mentanarnevndini.

 

Hon sigur, umhugsa foreldur at lata børnini fara í forskúla, skulu ongi fíggjarlig atlit vera við í myndini.

 

 -Tað skulu ikki vera fíggjarlig viðurskifti, sum gera av, um foreldur lata børnini fara í forskúla ella ikki og tískil skal ongin munur vera á, um  at barnið fer í forskúla, ella um tað heldur fram í barnagarðinum eitt ár afturat, sigur hon.

 

Hon sigur, at endamálið er, at tað skulu vera pedagogiskar atlit burturav avgera um eitt barn fer í forskúla, heldur enn at tað heldur fram í barnagarðinum.

 

Frammaundan er forskúli í Sankta Frans skúla og hann er væl bíligari enn eitt barnagarðspláss kostar.

 

Men hetta merkir so eisini, at foreldragjaldið fyri at hava børn í forskúla í Sankta Fransskúla, verður hækkað so at tað samsvarar við foreldragjaldið til forskúlan á Argjum.

 

Á myndini er Helena Dam á Neystabø vinstrumegin, á býráðsfundi í Havn, undir liðini á Sígrún Mohr.