Nú búgva 1606 fólk í Fuglafjarðar kommunu

- Útstykkingar eru í gongd, samráðingar eru um jarðarkeyp, og gongd er í íbúðarbygging, sigur Eivin Breiðaskarð, býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu.

Á sínum Facebook-vanga í dag veit Eivin Breiðaskarð, býráðslimur í Fuglafjarðar kommunu at siga, at fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu hin 1. oktober í ár er komið upp á 1603.

 

- Tað gongur rætta vegin, heldur býráðslimurin fyri.

 

Á tráðnum hjá Eivini Breiðaskarð í dag viðmerkir borgarstjórin, Dávur Juul, at fólkatalið í dag - hin 10. november - er 1606. 

 

Ein lesari á tráðnum heldur, at Fuglafjarðar kommuna seinnu árini hevur gjørt ov lítið við at keypa jørð og fremja útstykkingar, og lesarin heldur tískil, at kommunan ikki hevur fingið lut í tí fólkavøkstri, sum hevur verið aðrastaðni í landinum.

 

- Hygg eftir tølunum á www.hagstovan.fo. Vit eru væl við, og rákið er við at verða vent nú. Útstykkingar eru í gongd, samráðingar eru um jarðarkeyp, og gongd er í íbúðarbygging, sigur Eivin Breiðaskarð.

 

Býráðslimurin leggur aftrat, at pílarnir peika rættan veg nú - og koma at gera tað fram eftir eisini. 

 

- Trúgva vit ikki upp á tað sjálvi, koma vit ongan veg, heldur Eivin Breiðaskarð, býráðslimur fyri.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað eru fáar kommunur í Føroyum, sum hava so nógv arbeiðspláss, bæði á sjógvi og landi, sum Fuglafjarðar kommuna hevur, og her koma og fara eini túsund skip um árið.