Tað er av fagrasta heystarveðri, og henda góða síðsummardagin verður fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum við Løkina í Runavík. Seinastu ferðirnar hevur NSÍ spælt heimadystirnar í Hólmanum á Eiði. Í dag verður tað aftur í kenda umhvørvinum, har slitna graslíki er burtur, og har nýtt graslíki er lagt á.
Í dag verður 07 Vestur gestur hjá NSÍ, og felags fyri báðar partar er tað, at lívið í bestu deildini stendur upp á spæl. Sambært støðutalvuni, sum hon sær út eftir dystirnar í gjárkvøldið og avgerðina í aganevndini, sum í gjár varð almenn, so eru NSÍ og AB á 8. og 9. plássi við 20 sitgum, og 07 Vestur er á sætta plássi við 22 stigum.
NSÍ og 07 Vestur hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og NSÍ hevur vunnið báðar dystirnar. Tann fyrri var í Sørvági 24. apríl. Tá vann 07 Vestur 3-2. Tann seinni var í Runavík í ólavsøkuumfarinum, og tá vann 07 Vestur 1-0.
Hjá NSÍ er miðvallarin Betuel Hansen leikbannaður, og miðvallarin Mórits Heini Mortensen er burturstaddur. Aron Knudsen er langtíðarskaddur.
Há 07 Vestur er Martin Tausen leikbannaður, og Dan Fróðason og Hákun Edmundsson eru langtíðarskaddir. Tað er ivasamt, um vongverjin Mathias Voss og miðvallarin Janus Svabo Samuelsen eru førir fyri at spæla.
NSÍ – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00.









