NSÍ hevur eina millión í yvirskoti

NSÍ hevði í gjár aðalfund og rokniskapurin vísti eitt úrslit á eina millión krónur í yvirskoti

Mynd: (NSÍ) Nýggja nevndin hjá NSÍ

NSÍ hevði í gjár aðalfund og rokniskapurin vísti eitt úrslit á eina millión krónur í yvirskoti. Tað boðar felagið frá í dag.

 

- Formaðurin Karstin Joensen greiddi frá, hvussu gongdin hevði verið í felagnum í kappingarárinum 2023. Ítróttarliga kann felagið frøðast yvir flotta úrslitið hjá besta kvinnuliðnum, og at felagið aftur hevði vunnið sær sess í bæði bestu og næstbestu mansdeildini. Samstundis hevur felagið eisini staðið seg væl í teimum yngri deildunum, skrivar NSÍ.

 

NSÍ hevur seinasta árið skipað seg eitt sindur øðrvísi. Felagið hevur sett ein stjóra í fulla tíð, ið hevur tikið sær av øllum tí praktiska. Eisini hevur felagið sett eitt ungdómstoymið, ið hevur skipað allan ungdómsfótbóltin og staðið fyri ymiskum sosialum tiltøkum.

 

Roknskapurin bleiv lagdur fram og góðkendur. Úrslitið vísti eitt avlop á eina góða millión.

 

Seinasta punkt á aðalfundinum var val av nýggjari starvsnevnd. Fimm limir høvdu undan aðalfundinum valt ikki at stilla up aftur; Tanja Huneck, Bárður Højgaard, Annika D. Jacobsen, Oddvør Jacobsen og Dan Lamhauge. Tískil skuldu nýggir limir inn í starvsnevndina. Fimm nevndarlimir stóðu fyri valið: Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge. Øll fimm blivu einmælt vald inn í nevndina.

 

Starvsevndin hjá NSÍ sær tí soleiðis út:

 

Karstin Joensen, Andreas Lamhauge, Oddfríður Gaardbo, Annika Klein, Herbjørg Jøkladal, Wenzel Olsen og Høgni Lamhauge.

 

- Nevndin skipar seg fyrst í komandi viku. NSÍ takkar Tanju, Bárður, Anniku, Oddvør og Dan fyri alt arbeiðið, ið tey hava gjørt fyri felagið, skrivar NSÍ at enda.

 

Mynd: (NSÍ) Nýggja nevndin hjá NSÍ