NSÍ fær tveir útlendskar spælarar

Fótbóltur: Danskur miðvallari og jugoslaviskur málverji skulu næsta kappingarár stykja um liðið hjá NSÍ

Runavíkingar leggja nógv fyri í komandi kappingarár í fótbólti. Umframt allar teir mongu gávuríku spælararnar, sum eru í felagnum, skulu tveir útlendskir spælarar næsta kappingarár spæla í NSÍ.

Annar teirra er Kasper Lykkegaard Jacobsen, sum miðskeiðis í desember var í Runavík og vandi eitt vikuskiftið. Runavíkingar vóru nøgdir við tað, sum teir sóu í 22-ára gamla spælaranum, og avtala er nú gjørd millum partarnar.

Kasper Lykkegaard Jacobsen er miðvallari, serliga við offensivum dygdum, og hann kemur úr Viborg.

Hin nýggi spælarin hjá NSÍ er jugoslaviski málverjin Dejan Milanovic, sum hevur drúgvar royndir í 1. deild í Jugoslavia og Makedonia.

Hann er 30-ára gamal og kemur til Ruanvíkar 1. februar. Tveir av málverjunum í fjør, Rúni Joensen og Trúgvi Olsen, skifta væntandi til onnur feløg nú.