Í kvøld verður aðalfundur hjá NSÍ. Dánial Hansen hevur boðað frá, at hann ikki tekur við afturvali og tí skal nýggjur formaður veljast.
Tað er sjáldan nøkur almenn fráboðan undan einum aðalfundi, um hvør kundi hugsað sær at stilla upp. Tað fyrigongur heldur við práti sína millum og her skilst, at tað er ein rímilga stórur áhuga at verða við til at endurreisa NSÍ, sum komandi kappingarár skal spæla í næst bestudeildini í føroyskum fótbólti.
Tað verður sagt, at navn er sett á fleiri bólk, sum væntast at fáa ein leiklut í felagnum komandi ár. Enn hevur einki verið at hoyrt til hópin, sum telur millum annað Klæmint A. Olsen. Sámal Erik Hentze, venjari, hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, men hann hevur eftirlýst eina langtíðarætlan, um hann skal tíma at binda seg í longri tíð.
Tað tykist greitt, ar NSÍ skal endurreisast sum felag. Besta mansliðið er flutt niður í 1. deild. Undan tí vóru bæði 1. deildar og 2. deildarfeløgini eisini flutt niður. Sólskinssøgan hjá NSÍ hevur verið kvinnuliðið, sum vann silvurheiðursmerki.
Eykaaðalfundurin hjá NSÍ verður í kvøld klokkan 19 í hølunum hjá NSÍ.