NSÍ ætlar at fylgja við

Hesa ferð er talan um á pappírinum lætta uppgerð, tá runavíkingar vitja í Fuglafirði

Fótbóltur

Tað tykist, sum skal avgerðin í botninum fella, tá niðastu trý liðini stríðast innanhýsis. Í so máta munnu vónirnar hjá ÍF neyvan tær heilt stóru, nú væl koyrandi NSÍ kemur á vitjan.
Fuglfirðingar høvdu í farnu viku fleiri ivamál í hópinum, og tað hava teir framvegis. Nógvir smásnuddir eru hjá spælarunum at dragast við, og so er spurningurin, hvørt venjararnir vilja vága hesar longu nú, ella tað verður bíðað við hesum.
Hjá NSÍ er støðan heilt øðrvísi. Hópurin er nú at kalla skaðafríur, og á talvuni er NSÍ nú tað liðið, sum er nærmast oddaliðnum úr EB/Streymi.
Skal hóttanin takast í álvara, er eisini neyðugt, at stig verða fingin í Fuglafirði, og tað er eingin sum helst ivi um, at hetta verður málið leygardagin.