Á heimasíðu sínari hevur NSÍ boðað frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Boga Lervig. Bogi skal vera í arbeiðinum kring venjingar av fleiri liðum, men fyrst og fremst verður ábyrgdin at vera hjálparvenjari hjá besta liðnum. Bogi hevur áður havt ábyrgdina av besta liðnum hjá LÍF.