NSÍ og EB/S sparka svenskt í kvøld

NSÍ tapti fyrra dystin ímóti Gefle 2-0 í Gundadali, so tað verður torført hjá NSÍ at vinna seg víðari Europa League. Tað verður ikki minni torført av, at NSÍ hevur valt at geva liðskiparinum og toppskorarinum í Vodafonedeildini, Christian Høgna Jacobsen, frí.

 

- Christian Høgni hevur fingið frí og meiri liggur ikki í tí. Tað verður torført hjá okkum at koma víðari, so vit fara bara á vøllin fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ.

 

EB/Streymur tapti tepurt fyri Kalmar í fyrra dystinum í Svøríki. Kalmar vann 1-0 við máli, sum teir skoraðu seint í dystinum.

 

- Um vit skora uppá okkara møguleikar og René Tórgarð ger einar tvær 100% bjargingar, so hava vit ein møguleika, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

 

Dysturin hjá EB/Streymi byrjar klokkan 19.00 á Svangsgarði, meðan NSÍ dysturin byrjar klokkan 18.00.