NSÍ liðið fór útav

Eingin fekk skaða, og spælararnir hita nú upp á Skála

NSÍ liðið er nú á vøllinum undir Mýruhjalla á Skála, har fyrsta bríksl ímóti Skála verður klokkan 18.

 

Stutti teinurin úr Runavík og inn á Skála seinnapartin var ikki sørt buldraligur. Tá ið bussurin var á veg oman ímóti Skipanesi, fór vegjaðarin undan bussinum, sum koppaði niðan av vegnum.

 

Eingin varð skaddur, og tað varð borið skjótt at. NSÍ hópurin fór við bilum til Skála, har spælararnir síðstu løtuna hava hitað upp.

 

Petur Reinert verður dómari á Skála, og hann fer, sum tað var ásett, at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18.