Seinnapartin eigur 07 Vestur heimavøll fyri sættu ferð í hesum kappingarárinum. Í fimm teimum fyrstu royndunum hevur úrtøkan verið 0 stig og málmunurin 3-14. Sera meint kendist tað, tá ið tað á Dungasandi fyri stórari viku síðani endaði við 3-0 tapi ímóti Suðringum.
Í dag verður Silas Eyðsteinsson millum stólparnar. Hann vardi málið, tá ið 07 Vestur í fimta umfari tapti 3-2 á heimavølli ímóti KÍ. Í øllum hinum dystunum hevur Ivan Stojkovic vart málið, men í dag verður tað altso 20 ára gamli Silas Eyðsteinsson, sum verður málverji, tí Ivan Stojkovic vardi leygardagin málið í 2. deild, sum í Klaksvík tapti 5-2.
Ndenda Adama Guéye hevur brotið armin, og Martin Tausen er framvegis skaddur.
Fótbóltslagið í Runavík hevur onkuntíð verið betri, enn tað er í løtuni. Tað gongur striltið at finna góða fótbóltsspælið, sum liðið seinnu árini hevur verið kent fyri. Úrtøkan tvær tær seinastu ferðirnar er tilsaman eitt stig, og tað eru átta stig fram til toppliðið.
Í dag vitjar NSÍ í Sørvági. Fyrireikingarnar hava í vikuni verið eitt sindur øðrvísi, enn tær plaga at vera. Hóskvøldið runnu spælararnar inn á Glyvrar, og áðrenn teir runnu út aftur til Løkin, vóru teir á fjørðinum í gulu bátunum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.
Leygardagin var Øssur Dalbúð, sum fyrrapartin av vikuni var uttanlands í útbúgvingarørindum, á næstbesta liðnum allar 90 minuttirnar. Harvið verður hann á beinkinum ídag. Klæmint A. Olsen er skaddur, og í dag verður Pól Jóhannus Justinussen fremsti maður í NSÍ álopinum. Betuel Hansen var ikki á næstbesta liðnum í 2-0 sigrinum ímóti B68. Harvið er lagt upp til, at hann fær størri leiklut í dag, enn hann hevur havt seinastu ferðirnar.
Bárður J. Hansen er framvegis skaddur.