NSÍ fær tað trupult

Runavíkingar fáa tað ivaleyst trupult, tá ið teir í kvøld taka ímóti lettiska Metalurgs á Svangaskarði í UEFA-Cup kappingini.

Metalurgs vitjaði eisini í Føroyum í fjør, tá ið teir vunnu 3-1 á B36 á Tórsvølli, og síðani runnu havnarliðið um koll og vunnu heili 8-1 í Letlandi.

Ivi um Christian Høgna
Sunnudagin vann NSÍ 3-1 á VB í Runavík, og tá gjørdi landsliðsmaðurin, Christian Høgni Jacobsen, øll trý málini hjá NSÍ. Tíverri fyri runavíkingar fekk Christian Høgni ein snudd í knæið í tí dystinum, sum ger, at vandamikli framherjin er ivasamur til dystin í kvøld. Um Christian Høgni ikki verður klárur, er tað ein dyggur smeitur fyri NSÍ, tí at hann hevur royndir frá altjóða dysti, og somuleiðis er hann rættuliga vanur við at spæla á grasi eftir fleiri ár í donskum fótbólti. Harumframt hevur Christian Høgni ongantíð áður spælt evropeiskan dyst fyri NSÍ, og nógv verður gjørt í eini roynd at fáa hann kláran til dystin móti Metalurgs.
Hinvegin kunnu tey í Runavík fegnast um, at nigerianski framherin, Ike, nú er fullkomiliga klárur aftur, eftir at hann eisini hevur verið uttan fyri við skaða. Teir báðir Sjúrður Jacobsen og Gert Langgaard eru tó framvegis skaddir og verða ikki við.
Trygvi Mortensen sigur, at teir vita, at lettiska liðið er ógvuliga sterkt, og at talan verður um eina trupla uppgávu hjá runavíkingum.
- Vit vita, at teir eru skjótir og tekniskt ógvuliga væl fyri, og vit kunnu vænta at verða trýstir. Í fjør tók eg mær av B68, sum spældi UEFA-Cup móti einum øðrum lettiskum liði, Ventspils, og eyðkenni fyri teir var, at teir spældu ferðmiklan fótbólt við nógvum langum skfitum, sigur Trygvi Mortensen.
NSÍ-venjarin heldur, at tað er ógvuliga umráðandi hjá runavíkingum, at teir standa væl á vøllinum, og at teir eru klárir, tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd.
Dysturin millum NSÍ og Metalurgs verður á Svangaskarði í kvøld klokkan 18.