– Vit gleða okkum allir at fara í Gundadal í morgin. Tað sigur NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, vegna seg sjálvan og sínar spælarar, nú tað av álvara stundar til toppbrakið í morgin millum HB og NSÍ.
Bæði NSÍ og HB hava 45 stig, og tað er einki at liggja omaná, at um annað liðið í morgin vinnur øll stigini í Gundadali, so fer tað liðið undan tveimum teimum síðstu umførunum at hava beina kós ímóti meistaraskapinum.
– Tað eru níggju stig eftir at spæla um, og vit eru trý og kanska fýra lið, sum hava møguleika at vinna FM, og ivaleyst eru øll, sum varða av hesum liðunum samd um, at tað bíða okkum tríggjar torførar avbjóðingar. Soleiðis kenna vit tað í hvussu so er, staðfestir Pauli Poulsen. Í næstsíðsta umfari skal NSÍ afturí Gundadal at spæla ímóti B36, og í síðsta umfari fara sandoyingar at vitja við Løkin í Runavík.
Tølini ímóti sær
NSÍ og HB liggja lið um lið á støðutalvuni. HB plagar ofta at vera liðið, sum hevur betri málmun enn hini, men soleiðis er tað ikki hesa ferð. Málmunurin hjá NSÍ er +21, og hjá HB er hann +14.
Hagtølini siga, at HB er greiður favorittur í morgin. Níggju tey seinastu árini hevur tað ongantíð eydnast NSÍ at hava stig við sær til hús, eftir at teir í Runavík hava verið í Gundadali og spælt ímóti HB. Í 2001 var úrslitið málleysur javnleikur, og í 2000 vann NSÍ trivaligan 5-2 sigur á HB í Gundadali. Síðani hevur HB hvørja ferð vunnið fulla úrtøku.
– Soleiðis siga tølini, men vit leggja ikki so nógv í tølini, at tað á nakran hátt ørkymlar okkum í fyrireikingunum til í morgin. Síðani 2001 hava fleiri venjarar verið í NSÍ, og spælararnir eru eisini fleiri ferðir útskiftir. Eingin av teimum, sum verður við í morgin, var við, fyri tíggju árum síðani, sigur Pauli Poulsen, og hann leggur aftrat, at NSÍ spælararnir eru fegnir um at spæla á ovara vølli í Gundadali:
– Vøllurin er fínur, hann er breiður, og hann hóskar seg væl til okkara spæl. Tað er rætt, at NSÍ ikki hevur vunnið har suðuri nógvu tær seinastu ferðirnar, men eg haldi, at vit hava havt hampuliga gott tak á HB í ár. Vit vunnu dystin í Runavík í 13. umfari 2-0, og í 4. umfari vóru vit sera óhepnir ikki at vinna ella í hvussu so er at røkka einum stigi. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, vóru vit á odda 1-0, men í yvirtíðini skoraðu teir tvær ferðir. Talan hevur verið um tvær rættuliga tættar uppgerðir, og vit rokna við, at tað aftur í morgin verður tætt og spennandi.
Finala
Hóast tað fremvegis er møguleiki fyri, at EB/Streymur og kanska eisini Víkingur kann blanda seg upp í FM stríðið, so má oddabrakið í morgin metast sum eitt slag av finalu.
Men felags fyri NSÍ og HB er tað, at tað í tveimum teimum seinastu umførunum bíða teimum stórar avbjóðingar. NSÍ skal í næstsíðsta umfari spæla í Gundadali ímóti B36 og í síðsta umfari á heimavølli ímóti B71, og HB skal í næstsíðsta umfari spæla í Fuglafirði og í síðsta umfari í Gundadali ímóti B36.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir, og hjá HB stendur tað eisini væl til við fólki. Undan týdningarmikla javnleikinum í Streymnesi mánakvøldið var tað ivasamt, um miðverjarnir Rógvi Holm og Þórður S. Hreiðarsson vóru førir fyri at spæla. Tað vóru teir. Rógvi Holm hevði verið sjúkur, og tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir, loysti veteranurin Hans á Lag av. Eisini hann stóð seg væl.