Noyddist at biðja um hjálp

Vikusifti

 

Ein hýruvognsførari í Havn noyddist í vikuskiftinum at biðja løgregluna um hjálp, tá ið eitt viðskiftafólk gav honum trupulleikar í bilinum.

- Tað gjørdist handfast í bilinum. Tvey fólk – ein maður og ein kvinna - vóru á veg til hús í hýruvogni, tá ið tað gjørdist handfast. Vit hava skilt, at maðurin hevði hug at vera harðligur við kvinnuna, og hetta gekk eisini útyvir hýruvognsføraran, sum noyddist at boðsenda løgregluni.

Vakthavandi sigur, at hýruvognsførarin ikki beinleiðis var sligin, men tað vóru serliga klæðini hjá honum, sum hetta var gingið útyvir.

- Vit vita ikki í løtuni, um hetta gerst til eitt harðskapsmál, sum verður meldað, tí maðurin var harðligur bæði yvirfyri kvinnuni og hýruvognsføraranum, sigur vakthavandi á politistøðini.