Hóast Árni Jakobsen er vorðin ímyndin av hesum hópinum av kvinnum og monnum, sum ganga á ovastu tindunum í landinum, hevur tað ikki altíð verið so. Tað var fyri tveimum árum síðan, at hann á einum fjalltúri í Kunoy í 2010 fekk brell at ganga í føroyskum fjøllum.
Tá Árni gongur í fjøllunum, er tað sum oftast saman við øðrum. Fjallahópurin er sera fjølbroyttur við bæði kvinnum og monnum, sum øll hava tað til felags, at teimum dáma væl at ganga í føroysku fjøllunum, tí hevur Facebook verið ein hentur miðil til at boða frá tá túrar eru á skránni. Tað eru nógv, sum eru løgst afturat bólkinum hóast ikki øll eru líka aktiv.
- Eg havi varhugan av, at áhugin er stútt vaksandi. Føroyingar hava altíð gingið í fjøllunum og verið burturi í haga, men alt fleiri vanlig fólk ganga í fjøllunum. Vit stovnaðu bólkin á Facebook at umrøða fjalltúrarnar, og í tí bólkinum hava fleiri funnið saman um at ganga í fjøllunum, sigur Árni.
Myndir eru javnan at síggja frá túrum, har fólk hava klovið upp á vakrar tindar kring landið. Summir fjallgangarar eru sera royndir. Millum teir royndastu eru Djóni Kunoy, Hanus F. Joensen, Rani Nolsøe og onnur sum saman við fleiri øðrum føroyingum hava verið á Mount Blanc, Kilimanjaro og Aconcagua sum er millum hægstu fjøll í heiminum. At vit eru fleiri, sum hava sett okkum høg mál, styðjar bara upp undir áhugan hjá okkum øllum,” sigur Árni Jakobsen.
Góður felagsskapur
Felagsskapurin á hesum túrum er eisini góður, og upplivingarnar eru nógvar. Summi leggja seg eftir at brúka túrarnar sum venjing, onnur hava hug at steðga á og sansa alt rundan um seg og njóta friðin.
Plássini, Árni saman við øðrum hevur vitjað, eru sum vera man mong, men hvat vakrasta plássið í Føroyum er, er ilt at siga, heldur hann.
- Vakurt kann vera upp á ymsar mátar í náttúruni. Vakurt er í kavakløddu fjøllunum um veturin, og vakurt er um summarið, tá veðrið er av tí fagrasta. Vakurt kann eisini vera um heystið og um várið, tí litspælið í Føroyum er altíð ríkt.
-Summir túrar skara kanska framúr, og skal eg nevna onkrar, má eg nevna Kunoyarnakk, Torsskorahorn, Vesturi á Víkum, Snubburnar og Mýling. Heldur ikki gloymi eg túrin, vit vóru í Pálslofti, har søgnin sigur, at Páll Fangi krógvaði seg, sigur Árni Jakobsen.
Árni kundi greitt leingi frá vakurleikanum í fjøllunum og vælveruni, sum túrarnir hava við sær. Hann sigur tó, at sjálvandi ikki er heilt vandaleyst at ganga í brattlendi, men mong ráð eru um, hvussu tú ber teg rætt at á fjalltúrum. Ein meginregla er, at tú skalt ongantíð ganga beint undir einum øðrum. Ein onnur meginregla er, at tú mást ongantíð fara avstað einsamallur, um túrurin er trupul. Best er eisini altíð at siga øðrum frá, at tú fert avstað. Haraftrat er umráðandi at hava vatn og mat við. Tá ið man er í fjøllunum skal man altíð vera væl klæddur við vind- ella regnjakka. Eini góð ráð eru at brúka ullint frá innast til uttast, troyggju, húgvu og vøttir.
***
Heðin kongur í Havn
Heðin Mortensen fekk eitt býráðsval, sum eingin áður hevur fingið. Hann fekk heili 2.627 persónligar atkvøður, og tær vóru við at geva Javnaðarflokkinum meirilutan í Tórshavnar býráð.
- Eg lurti eftir, hvat fólk hava at siga, og ikki minst at vit royna at fullføra tað, sum vit lova, sigur Heðin Mortensen.
Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein flokkur fær meirilutan einsamallur í Tórshavnar býráð.
- Tað kundi verið freistandi at sagt, at nú gjørdu vit bara, sum vit vildu, men eg haldi sjálvur, at vit eiga at blanda kortini eitt sindur og bjóða hinum flokkunum við so ella so vit hava eina breiðari viftu av býráðslimum, sum kunnu verða við í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen.
Kvinnur mugu vilja sjálvar
Kvinnurnar verða eftir nýggjár verri umboðaðar í teimum 30 kommunustýrinum, enn tær hava verið seinastu fýra árini. Fyri fýra árum síðan 31 prosent av valdu kommunustýrunum kvinnur, við hetta valið fall talið niður á 30 prosent.
- Eg eri bangin fyri, at fleiri kvinnur aftra seg í at stilla upp, og tað er ilt at gera nakað við. Tað ber ikki til at noyða kvinnur at stilla upp. Tær mugu vilja tað sjálvar, sigur Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í Demokratia.
Gunvá vann valið – men misti valdið
Gunvá við Keldu og Fólkaflokkurin stóðu seg væl á kommunuvalinum í Klaksvíkar kommunu, men hóast flokkurin varðveitti sínar fýra býráðslimir, misti Guvná borgarstjórasessin. Fimti limurin í meirilutanum, Jógvan Skorheim úr Sjálvsstýrisflokkinum, fór í samstav við andstøðuna og fekk borgarstjórasessin.
Deyðadómur fyri elituítrótt
Fíggjarligir trupulleikar í Kringvarpinum hava við sær, at KVF skal siga fólki upp og spara. Millum annað verður ítróttarsendingin 3-2 niðurløgd. Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarskrivar, metir soleiðis um avleiðingarnar:
- Eg tori tí at siga, at breiddin í ítróttin verður tann heilt stóri taparin, um 3-2 sleppur at hvørva av skíggjanum. Umrøðan stimbrar ítróttini. Tað økir um ansin hjá almenningum fyri einstøku ítróttagreinunum. Tað styrkir um breiddina, sum altíð er føðiketan hjá elituni. Tí er tað byrjanin til endan hjá føroyskari elituítrótt, um 3-2 hvørvur av sjónvarpsskíggjanum fyri well.
***
- Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar skulu í størri mun enn í dag duga at vera medmenniskju og eisini hugsa um sálarstøðuna hjá sjúklinginum, heldur enn bara hugsavna seg um, hvør heilivágur riggar best, ella hvør skurðviðgerðin er tann besta.
Kristianna Hammer, sum hevur gjørt Ph.d-ritgerð um sambandið millum vón og krabbamein
-Eg læri meg nú at fáa ein frammaná – uttan at fara um koll. Summi fingu hesi evni í vøggugávu og megna tað, men eg eri bara ikki føddur soleiðis. Eg eri følin.
M.C. Restorff, gospelsangari og fyrrverandi hotelstjóri