Tað var ein glæntrileikur av teimum frægu, tá ið nýggjur meiriluti skuldi finnast í Tórshavnar býráði eftir kommunuvalið 9. november.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin gjørdu tíðliga á náttini eina avtalu um, at flokkarnir skuldu halda fram við samstarvinum, og at teir skuldu tosa nærri um hetta seinni. Teir avtalaðu eisini, at teir ikki skuldu tosa við aðrar flokkar um samstarv.
Men Heðin Morntensen, sum var ein av valdu kommunulimunum hjá Sambandsflokkinum, fór seinni somu nátt á fund við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, og har gjørdi hann eina nýggja avtalu, sum hevði við sær, at hann gjørdist borgarstjóri í Havn.
Tað var grundarlagið undir einari drúgvari søgu um meiriluta í Havn, har tað feyk við ákærum og skuldsetingum, men har høvuðspersónurin sjálvur royndi at vera róligur og helt fast við avtaluna, sum gjørdi hann til borgarstjóra í Havn.
Rýmdi úr flokkinum
Hini umboðini hjá Sambandsflokkinum vóru tikin á bóli, tá ið tey frættu um nýggju avtaluna hjá Heðini Mortensen við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, men tey vildu ikki rýma frá avtaluni við Fólkaflokkin
? Sambandsflokkurin hevur skrivað undir eina avtalu, og tað standa vit við. Vit eru fullkomiliga skelkað av tíðindunum um, at Heðin hevur brotið avtaluna. Vit vistu ikki betur enn, at tað, sum vit skrivliga avtalaðu í nátt, var galdandi, segði Høgni Mikkelsen, morgunin eftir kommunuvalið.
Heðin Mortensen helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt.
? Avtalan, sum varð gjørd í nátt, var bert ein fyribilsavtala. Vit høvdu hvørki gjørt avtalu um borgarstjóra, samgonguskjal og nevndarsessir, og eg var als ikki nøgdur við útspælið hjá Fólkaflokkinum, og tí valdi eg at royna aðrar leiðir, segði Heðin Mortensen.
Stríðið gjørdist so hart, at Heðin Mortensen rýmdi úr Sambandsflokkinum og meldaði seg upp í Javnaðarflokkin, og hann skal tí næstu fýra árini verða borgarstjóri í Havn sum Javnaðarmaður.
Summir staðfestu
Aðrastaðni gekk tað ikki so ógvusliga fyri seg eftir kommunvalið. Í Klaksvík varðveitt sitandi meiriluti sín meiriluta, men tey kundu ikki semjast um at halda fram við samstarvinum, og tí fór Tjóðveldisflokkurin í part við størsta flokkinum í Klaksvík, Fólkaflokkinum.
Úrslitið var, at Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum skal halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík næstu fýra árini.
Í Runavík hevði borgarstjóri Rodmundur Nielsen eitt óføra gott val og heldur fram sum borgarstjóri. Á Tvøroyri fekk listin hjá borgarstjóranum Kristin Michelsen meiriluta einsamallur, meðan Jógvan Krosslá hevði eitt so vánaligt val í Vági, at nýggjur borgarstjóri varð valdur í staðin fyri hann ? og tað er Kristin Strøm Bech.
Í Gøtu hendi tað merkisverda, at borgarstjórin seinastu fýra árini, Halltóra Ranghamar, varð ikki afturvald, og nýggjur borgarstjóri gjørdist tí Páll Isholm.
Í Vestmanna var ein maður valdur til borgarstjóra, og valið fall á Karl Olsen.
- - -
8 feløg vilja leita
Átta føroysk og útlendsk oljufeløg bjóðaðu seg fram at leita eftir olju og gassi á landgrunninum, tá ið onnur útbjóðing lat aftur. Millum teirra er fleiri stór altjóða feløg.
? Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið av útbjóðingini.Hon er sera positiv, og tað at oljufeløg, sum arbeiða báðumegin markið, vilja vera við í nýggju runduni, er sera lovandi og vísir, at tey síggja alt økið sum eina heild. Og tað er gott, sigur stjórin í Oljufyrisitingini, Sigurd í Jákupsstovu.
Bush vann
Stórur spenningur var um forsetavalið í USA, har John Kerry og George W. Bush skiftust um at vera á odda í veljarakanningum undan valinum. Tá ið valið so varð hildið tann 3. november, vann Bush, og hann kann halda fram sum forseti í USA í fýra ár afturat. Republikanski flokkurin, sum hann umboðar, styrkti eisini um sína støðu í Umboðsmannatinginum og í Senatinum
Heimamissiónin 100 ár
Føroyska Heimamissiónin hátíðarheldur sín 100 ára dag við tiltøkum í Leguhúsunum í Nesvík. Eini 1300 fólk vóru til haldið, og bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við mentamálum bóru fram røðu til Heimamissiónina.
? Stóra tøkk skal Heimamissiónin eiga fyri tað sera týdningarmikla arbeiðið, hon ger fyri samfelag okkara, heilhjartað og ólønt. Samfelagið hevur tørv á slíkum uppbyggjandi virksemi, segði Jóannes Eidesgaard í sínari røðu.
Nýggjur mentanarstjóri
Danin Niels Holm verður settur sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hanner 52 ára gamal og hevur fram til í summar verið leiðari av »Internationalt Kultursekretariat« undir danska mentamálaráðnum.
? Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at Norðurlandahúsið verður ein partur av øllum mentanarumhvørvinum í Føroyum, har tað finst eitt gott samstarv millum ymsu mentanarfeløgini og stovnarnar, sigur Niels Holm.
- - -
»Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tú ikki skalt tora at leggja teg at sova eftir
eitt býráðsval, tí so er stórur vandi fyri, at tú endan uttanfyri ávirkan. Heldur hetta óskil fram, missir borgarin fullkomiliga virðingina fyri demokratinum.«
? Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
»Vit sita øll í sama toki og eru á veg til sama stað. Og Gud hevur ikki givið
nøkrum av okkum boð um ella rætt til at blaka samkynd, útlendingar, kvinnur,
fráskild ella nakran annan út.«
? Johannes Møllehave, prestur og rithøvundi
- - -
Fotografurin Per á Hædd vinnur gull í stórari danskari fotokapping, sum Dansk Fotograf Forening skipaði fyri.










