Novak Djokovic vann í dag Australian Open fyri fjórðu ferð, og fyri triðju ferð upp í slag. Tað er fyrstu ferð í 46 ár, at nakar hevur megnað at vunnið kappingina tríggjar ferð upp í slag.
Novak Djokovic møtti bretska Andy Murray í finaluni. Andy Murray legði bragdliga fyri og vann fyrsta sett 6-7. Í seinna setti var púra javnt, men tað eydnaðist Novak Djokovic at koppa tað til sín fyri mun.
Síðani tók serbiski gulldrongurin yvir og vann 6-3 og 6-2, og vann harvið finaluna. Andy Murray tóktist hava pínu í fótunum og tað ávirkaði helst spælið hjá honum móti endanum.
Viðmerkjarar hjá Eurosport og BBC meta, at týdningarmiklasta løtan var í øðrum setti, tá Novak akkurát megnaði at vinna. Annar hevði Any Murray verið á odda 2-0.
Australian Open Finalan menn:
Novak Djokovic Andy Murray 3-1
6-7(2-7), 7-6(7-3), 6-3, 6-2








