Norwegian vánaliga tænastu

Lágprísflogfelagið Norwegian, sum leysliga hevur verið sett í samband við Føroya-flúgving, hevur verið fyri lemjandi atfinningum fyri tænastuna umborð á flogførunum á teimum longru teinunum.

Tey ferðandi sleppa ikki at rinda kontant, men bara við korti, og tað hevur givið fleiri óhepnar støður, vita norskir miðlar at siga.

Eitt nú fekk ein kvinna hvørki vátt ella turt í samfullar 12 tímar, meðan ein maður sat og skalv í átta tímar, tí hann ikki kundi keypa sær eitt teppi.

Í báðum førum høvdu tey ferðandi kontantar pengar, men ikki kort, og tí sýttu starvsfólkini hjá Norwegian at geva teimum nakað sum helst.

Eftir hvøssu atfinningarnar lovar Norwegian nú at bøta um tænastuna, so fólk eisini kunnu sleppa at rinda kontant.