Danski bólkurin Northern Assembly hevur tikið video upp í Føroyum. hetta er gjørt til lagið Death Won't You Marry Me. Og bólkurin fær í Gaffa rós fyri vakra videolagið.
- Sangurin og myndirnar eru í stóran mun knýtt at tí, sum North Assembly snýr seg um. Vit tóku upp í Føroyum, tí haðani stavar mín familja. Og gamli maðurin er abbi mín, sigur Dina Danielsdóttir m.a. við tónleikatíðarritið Gaffa.
Í 2014 gav bólkurin út eina EP.
Hetta nýggja lagið er úr fyrstu útgávuni hjá bólkinum, og kemur tað út 1. februar.
Videolagið sæst her:
https://www.youtube.com/watch?v=VYWDDvZ0AIw