North Uist verður nú boraður

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er byrjað at bora á North Uist leitimiðinum vestanfyri Hetland. Felagið eigur 6,25% av loyvinum

Hesin djúphavsbrunnur liggur á Corona rygginum nær við Rosebank fundið hjá Chevron, og nær við føroyska markið. North Uist leitimiðið er stórt, og eru møguleikar fyri, at fleiri jarðgoymslur finnast á loyvinum. Ein av teimum møguligu ovaru jarðgoymslunum liggur á kantinum á Cardhu leitimiðinum, har møguleiki er fyri at finna oljuberandi sand.
Fyri at minka um kostnaðin á einum øki, har leitikostnaðurin er høgur, hevur tað eydnast felagnum at fáa onnur oljufeløg at »farma inn«, og bera ein lutfalsliga størri part av kostnaðinum.
BP er fyristøðufelag á loyvinum og eigur 47,5%; Stena Carron boriballurin er leigaður at bora á loyvinum. Hini oljufeløgini, sum luttaka, eru CIECO Exploration and Production (UK) Limited (6,25%), Idemitsu E&P Limited (5%) og Nexen Petroleum U.K. Limited (35%).
Felagið er sera fegið um, at nú verður borað aftur á einum av okkara kjarnuøkum. Stórir møguleikar er á North Uist leitimiðinum, ið liggur nær við fleiri týðandi fund á Corona rygginum, so sum Rosebank og Cambo.
Hildið verður eisini fram við leitiboringum á norskum øki, har Clapton brunnurin skal borast í norska partinum av Norðsjónum, Faroe Petroleum er fyristøðufelag og eigur 40%, og síðani skal Cooper leitibrunnurin borast á Halten Terrace í Norska Havinum.