Føroyameistararnir úr Víkingi, ið raðfesta ungdómsdeildina høgt, hava í hesum døgum vitjan av einum norskum venjara, ið tekur sær av øllum teimum yngru deildunum hjá felagnum.
Talan er um 22 ára gamla norðmannin, Jonas Munkvold, ið dagliga lesur fótbólt í Southampton. Hann er her tær komandi tríggjar vikurnar, har hann tríggjar ferðir um dagin venur ungdómslið hjá Víkingi.
Í Víkingi hava tey lagt tvey og tvey lið saman, fyri at minka um talið av samlaðu venjingunum, soleiðis at øll liðini fáa tríggjar venjingar um vikuna, meðan norski, Jonas Munkvold, er her heima.










