Tá norska íshokkilandsliðið spældi dyst ímóti slovakiska landsliðnum í OL-endaspælinum í Vancouver, var Ole-Kristian Tollefsen rikin av vølli fyri svínsku takklingina ímóti slovakiska spælaranum, Lubos Bartecko. Bartecko misti hjálmin, og small niður í ísin, meðan blóðið rann frá bakhøvdinum.
Altjóða íshokkisamgongan, IIHF fer nú at taka støðu til eina hóskandi revsing til Ole-Kristian Tollefsen, og hann nú verða leikbannaður í upp til fleiri dystir í tí komandi HM-endaspælinum, sum verður í Týsklandi í mai-mánað. Aganevndin hjá IIHF fer at boða frá í apríl, hvussu stóra revsing Ole-Kristian Tollefsen fær fyri ta svínsku takklingina ímóti Lubos Bartecko.
Tann svínska takklingin hjá Ole-Kristian Tollefsen kastaði skuggar yvir eitt annars væleydnað vetrar-OL hjá Noregi, har Noreg gjørdist tann fjórðbesta tjóðin.