Ein av bestu álopsspælarum í Noregi seinastu árini fer nú til Japan at royna seg. Talan er um fyrrverandi toppskjúttan í tippuliguni, Frode Johnsen, sum hevur spælt fyri Rosenborg seinastu árini. Í fjør var hesin spælarin nógv umtalaður, tí hann var sæddur á eini matstovu við ítróttarstjóranum í FCK, men tað spurdist ongantíð nakað burtur úr tí sambandinum. Frode Johnsen skal spæla fyri Nagoya Grampus Eight. Hann hevur annars spælt í seks ár fyri Rosenborg