Norskur ILA-illgruni

ILA-sjúka hevur verið ein afturveldandi trupulleiki hjá norskum alarum í longri tíð.

Her í Føroyum plaga vit at siga, at tað var ILA-sjúka, sum beindi fyri føroysku alivinnuni tíðliga í hesi øldini.

Hjá Midt-Norsk Havbrug í Noregi er illgruni um ILA-sjúku í aliøkinum, tey rópa Kvingra.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at illgruni er um ILA-sjúku í norskum alibrúkum. ILA-sjúka hevur heldur verið ein afturveldandi trupulleiki hjá nøkrum norskum alarum.

 

Aliøkið, sum talan er um, liggur millum Rørvik og Brønnøysund.

 

Sambært einari fráboðan til keypsskálan mánamorgunin, svimja 925.000 laksar í alibrúkinum, og hesir hava eina miðalvekt á 3,6 kilo.

 

Nú bíða tey, sum standa aftan fyri Midt-Norsk Havbruk, eftir einari greining og endaligari staðfesting um, at talan er um ILA, sum hevur rakt alibrúkið.

 

iLaks skrivar, at enn er ov tíðliga at siga, hvat verður við laksinum í alibrúkinum, um ILA-sjúka endaliga verður staðfest. Men, tað vanliga, sum hendir í slíkum føri, er, at allur laksurin í alibrúkinum verður tikin.

 

Midt-Norsk Havbruk arbeiða tey nú við at kortleggja møguliga smittuspjaðing, og felagið sigur, at tey fara seinni at kunna um, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri fiskin í alibrúkinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Her í Føroyum plaga vit at siga, at tað var ILA-sjúka, sum beindi fyri føroysku alivinnuni tíðliga í hesi øldini.

Tað hevur javnan ljóðað, at norska alivinnan dregist við ILA-sjúku.