Norsku politikararnir fingu lønarhækking

Norska Stórtingið samtykti í gjár at hækka lønina hjá tinglimunum og limunum í stjórnini

Lønarhækkingin, sum kemur í gildi á nýggjárinum, er 4,3 prosent. Tað merkir, at næsta ár fær ein stórtingslimur 811.505 krónur í løn. Fyri ráðharrarnar merkir hækkingin, at teirra løn kemur upp á 1.158.927 krónur. Forsætisráðharrin er tann best lønti, og hansara ársløn verður nú 1.425.352 krónur.

Allir flokkar í Stórtinginum uttan Sosialistiski Vinstraflokkurin atkvøddu fyri at hækka lønina hjá ting- og stjórnarlimunum.

Tað var lønarnevndin hjá Stórtinginum, sum skeyt upp at hækka lønirnar.