Norski løgmálaráðharrin farin frá

Norski løgmálaráðharrin, Knut Storberget, hevur lagt frá sær í dag. Tað kunngjørdi Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, fyri einari løtu síðani. Sum løgmálaráðharri hevur Storberget havt ábyrgdina av løgregluni, sum hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við yvirgangin tann 22. juli.

Jens Stoltenberg sigur, at Knut Storberget bað um at sleppa frá fyri fleiri mánaðum síðani. Hann hevur verið løgmálaráðharri síðani 2005.

Nýggjur løgmálaráðharri er Grete Faremo, sum higartil hevur verið verjumálaráðharri, og eftirmaður hennara í verjumálaráðnum er Esben Barth Eide.