Norska oljuævintýrið nærkast Føroyum

Støðugt fleiri seismiskar kanningar verða gjørdar í tí norðara partinum av føroyska landgrunninum. Fleiri jarðfrøðingar meta, at her finnast eins góðar og kanska uppaftur betri møguleikar at finna olju og serstakliga gass enn í Gullhorninum fyri sunnan. Stór gassfund á norskum øki ikki so langt frá markinum við Føroyar benda sama vegin


Oljuleiting


Olju- og gassfund á djúpum vatni í norskum øki nær føroyska markinum kunnu verða tekin um, at tað kunnu goyma seg stórar nøgdir av bæði olju og serliga gassi á tí partinum av føroyska landgrunninum, sum hevur mark til norskt øki. Hetta hevur Sosialurin fingið upplýst frá rættiliga vælvitandi keldum í norskum oljuumhvørvi. Tað, sum sipað verður til, er ikki minst Ormen Lange fundið, sum er gjørt á sera djúpum vatni á norskum øki og har tað finnast sera stórar nøgdir av gassi. Eisini onnur fund eru gjørd á norska partinum av Atlantsmótinum. Og komandi útbjóðingar í Noregi fara nettupp at leggja seg meira eftir hesum nýggjum økjunum. Oljuleitingin otar seg longur og longur út á stóru dýpini út fyri Miðnoreg, eitt nú stóra Vøringbassengið. Nú kendu oljuleiðirnar nærri landi eru troyttar og kannaðar leggja norskir oljumyndugleikar stóran dent á at leita eftir olju og gassi á norska partinum av Atlantsmótinum.

Tá tað snýr seg um Ormen Lange fundið, so útilokar norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, ikki, at møguleikar eru eisini at gera slík fund í føroyskum øki eisini.
Tað slagið av strukturum, sum Ormen Lange er, er eisini skrásett og funnið á føroyskum øki. Er basaltið ikki alt ov tjúkt tvs. upp til einar 2 kilometrar, so nýtist tað ikki at verða nøkur forðing fyri leiting her skilst.

Nú Bretland skjótt fer at tørva gass leggja norðmenn stóran dent á at finna gassfelt og at útvikla tey. Verða tað gjørd gassfund á føroyskum øki, so er møguleiki fyri, at hesi kunnu fáa stóran týdning i framtíðini, tá gass eisini frá føroyska partinum av Atlantsmótinum kann útflytast til stóra bretska marknaðin. Tað, sum í dag ger gass minni áhugavert um okkara leiðir í løtuni, er tann sannroynd, at tað finst eingin infrastrukturur á Atlantsmótinum til at herberga gassinum. Fleiri smærri gassfelt eru longu funnin vestan fyri Hetland, men enn manglar tað heilt stóra gassfundið, sum kann bera í sær, at tað verður lønandi at leggja gassleiðing frá økinum og til lands. Um tað liggur og bíðar í lisensinum hjá Amerada Hess í Gullblokkinum ella tað liggur longur norðaliga er enn óvist.


Gassleiðing løgd
Herfyri varð ein gassleiðing løgd frá feltunum Foinaven og Schiehallion til Sullom Voe og víðari til Magnusfeltið norðaliga í Norðsjónum. Endamálið við tí íløguni er at gera brúk av yvirsskotsgassinum frá hesum báðum oljukeldunum, sum higartil er vorðið sprænt niður aftur í undirgrundina umframt at verða brent av. Nú verður gassið flutt longu leiðina til Magnusfeltið, har tað verður sprænt niður undir oljugoymslurnar fyri á tann hátt at trýsta meira olju upp úr goymslunum. Tað ger, at oljuframleiðlsan kann vara nógv longri tíð.

Men tað er greitt, at gassprátið kann gerast meira og meira áhugavert, tá bæði Bretland og Írland koma at tørva gass. Tí verður m.a. eisini gitt, at fundið hjá Hess er eitt risastórt gassfund. Er tað so, so kann tað fáa týdning fyri møguliga gassframleiðslu í økinum.

Síggja stórar møguleikar
Ein av teimum, sum hevur arbeitt nógv við at kanna føroyska økið og her ikki minst økini fyri norðan tvs. alla leiðina frá Gullhorninum og víðari norðureftir er Terje Hagevang, stjóri í Sagex. Felagið hevur verið við til at stovna eitt seismikkfelag, Inseis, sum eisini leggur stóran dent á at kanna føroyska økið og hava teir skotið nógvan seismikk á føroyska landgrunninum í fjør. Og fara at halda fram við tí í ár.

Terje Hagevang váttar, at tess djúpri fundini verða gjørd tess størri møgleiki er at finna gass, men tað útiilokar ikki oljufund eisini.

Tað vísir seg nevniliga, at tess longur teir koma út á djúpt vatn á norskum øki og gera fund, tess sjónligari gerast møguleikarnir fyri at finna bæði gass, gasskondensat og olju har norðuri á føroyka landgrunninum.

Terje Hagevang, sum herfyri spáddi, at olja fór at verða funnin í tí triðju boringini, heldur fundið hjá Hess vera sera lovandi. Hann heldur tað eisini vildi verið órealistiskt, um man hevði roknað við nøkrum betri enn hetta. Nú skal tíðin so vísa, um tað er lønandi.

Hann sigur, at vit fara finna nógv áhugavert í Gullhorninum og vit fara helst eisini finna bæði olju og gass, tá vit koma longur norður, eisini heilt upp móti markinum til Noreg.

Terje Hagevang heldur tí føroyska landgrunnin verða sera áhugaverdan bæði fyri verandi feløg og onnur við. Hann útilokar ikki, at tað kunnu koma oljufeløg aftrat inn á føroyska landgrunnin at leita.

Millum hesi kunnu verða bæði Chevron og Conoco, sum í hesum árinum fara at verða løgd saman við ávikavist Texaco og Phillips, tvey feløg sum eru við í leitingini og sum fylgja væl við útviklinginum her.

.