Nú fleiri av stóru oljuleiðunum kring heimin eru kendar og troyttar, fáa økini í Arktis, tvs. við Grønland og í Barentshavinum støðugt størri áhuga hjá stóru oljufeløgunum. Eitt teirra er Statoil/Hydro, sum eisini er eitt tað mest virkna oljufelagið í Føroyum. Áhugavert er at merkja sær, at í leitistrategiini hjá Statoil/Hydro hoyra Arktis og Føroyar saman. Hetta sæst m.a. av tí sannroynd, at oljuleitingin í Norðureysturgrønlandi verður stýrd úr Føroyum.
Tað er Rúni Hansen, stjóri fyri vinnu- og samráðingarpartin í Statoil/Hydro Exploration Europe, sum eisini stendur á odda fyri leitingini í Grønlandi. Hann arbeiðir i løtuni út frá London.
Tað verður annars ein spennandi dagur í oljuhøpi í morgin, tá umsóknirnar til 3. útbjóðing skulu vera inni. Statoil var við til bæði 1. og 2. útbjóðing og gitt verður, at felagið er við til ta triðju útbjoðingina eisini. Í dag fer StatoilHydro eisini at kunngera úrslitið fyri 3. ársfjórðing í ár.
Gassfund
StatoilHydro hevur annars júst gjørt eitt gassfund 80 kilometrar frá verandi gassfeltinum Snøhvit út fyri Norðurnoreg. StatoilHydro hevur 100% eigarapart í hesum loyvinum, hvat er rættiliga sjáldsamt. Vert er eisini at nevna, at Statoil í nøkrum loyvum í Føroyum eisini hevur 100% av eigarskapinum.
Sum tað skilst á eygleiðarum í oljuheiminum, so satsar norska oljufelagið rættiliga nógv í norðaru økjunum. Einsamalt at bora ein leitibrunn so norðaliga og harvið átaka sær allan váðan er heilt óvanligt.
Tað er so eisini her, at áhugin fyri norðara parti av Eysturgrønlandi kemur inn í myndina. Statoil stóð seinasta summar fyri eini kjarnuboring í eysturgrønlandi, ið er fyrstsa kanning av slíkum slag so norðaliga í Grønlandi. Og sum skilst varð tann kanningin væleydnað. StatoillHydro varð fyristøðufelag saman við nøkrum av heimsins størstu oljufeløgum, ExxonMobil, Chevron, BP, Shell og tí eysturlendska Jogmec. Líkt er til, at StatoilHydro eisini fer at satsa meira í Grønlandi í framtíðini. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at tað er stjórin hjá Statoil Exploration skrivstovuni í Føroyum, Rúni Hansen, sum hevur ábyrgdina av øllum kanningarvirkseminum í Grønlandi eisini. Rúni Hansen fór herfyri til London, har hann skal arbeiða fyri Statoil komandi árið. Higani røkir hann so bæði Føroyaøkið og Eysturgrønland fyri StatoilHydro.
Jarðfrøðingsstovnar siga annars, at 25% av øllum kolvetnisgoymslum í heiminum liggja í artiskum øki - ella sera norðalaga. Spennandi verður at síggja, um StatoilHydro fer at søkja í 3. rundu nú mánadagin.