Løgreglan í Noreg hevur steðgað einum mótmælistiltakið, sum var vent ímóti islamisering av Noreg.
Mótmælistiltaki var sambært NTB í býnum Drammen, har felagsskapurin Sian mótmælti.
Sian stendur fyri »Stop Islamiseringen af Norge«.
Løgreglan legði uppí umleið klokkan 15, tá ein talari frá Sian tveitti eina koran niður á vegin.
Tað fekk áhoyrarar á staðnum at gerast óðar, og løgreglan steðgaði tiltakinum.
– Tað vóru ong, sum sóu, hvat hendi. Einaferð tveitti ein limur í Sian eina koran niður á vegin.
– Tað vóru fleir, sum reageraðu upp á tað, og vit hildu tað vera rættast at steðga mótmælistiltakinumm 20 minuttir fyri tíðina, sigur Inge Lansrud frá løgregluni í Drammen við NTB.
Sambært átaksleiðaranum fóru fólk stillisliga hvør til sítt, tá mótmælistiltakið endaði.
Eingin er handtikin, verður sagt.
Sian sigur á heimasíðu síni, at felagsskapurin er settur í heimin fyri at »mótarbeiða, steðga og rulla islamiseringini av Noreg aftur«.
Tað skal gerast við at breiða út kunning um, hvat islam stendur fyri, og hvørjar avleiðingar islamisering av Noreg kann fáa.
Á heimasíðuni stendur at felagsskapurin er politiskt óheftur.
Siam sigur annars eisini, at islam ikki er ein rasa, og at Sian vísir frá sær rasismu.
/ritzau/NTB