Norska kvinnan leyslatin í Dubai

Tann norska Marte Deborah Dalelv, sum í mars boðaði frá, at hon var neyðtikin í Dubai, men síðan sjálv varð dømd, er nú náðað. Hon hevur fingið passið aftur og kann fara heimaftur til Noregs, skrivar Jyllandsposten.

- Eg eri ovurfegin um at vera fræls. Eg veit ikki, nær eg fari heim, men tað verður skjótast gjørligt, sigur Daleiv við NRK.

Málið um norsku kvinnuna hevur vakt ans í nógvum londum. Eftir at Marte Dalelv í mars hevði boðað løgregluni í Dubai frá, at hon var neyðtikin, varð hon eftir strongu átrúnaðarligu lógini sjálv ákærd og dømd fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag. Hon skuldi sita í 16 mánaðir.

Esp Barth Eide, norski uttanríkismálaráðharrin, heldur, at tað hjálpti Marte Dalelv, at málið vakti ans í altjóða fjølmiðlum, skrivar Jyllandsposten.

Eisini Jens Stoltenberg, norski forsætisráðharrin, hevur gjørt viðmerkingar til málið.

- Eg eri fegin um, at Marte Dalelv er náðað, og at hon nú er ein fræls kvinna. Vit hava alla tíðina hildið, at hesin dómurin var púra órímiligur, sigur hann sambært NRK.

Unga kvinnan starvaðist hjá norskum felagi í Quatar og var saman við starvsfeløgum farin útferð til Dubai. Seinasta kvøldið vóru tær, fleiri norskar kvinnur, farnar ein túr í býin saman við nøkrum monnum, tær starvaðust saman við.

Morgunin eftir vaknaði hon upp til eina marru.

- Eg vaknaði við, at eg varð neyðtikin. Klæðini vóru tikin av mær, og eg lá á búkinum, segði hon við VG hósdagin.

Marte Dalelv varð fongslað eftir dómin, men nakrar dagar seinni slapp hon at ringja heim og siga foreldrunum frá støðuni.

Tey settu seg í samband við norsku sendistovuna, sum fekk hana út úr fongslinum og til eina sjómannakirkju, har hon hevur hildið til í skjótt hálvt ár. Hon hevur har bíðað eftir, at kærumálið skuldi verða tikið upp 5. september.

Men í gjár fekk hon at vita, at emirurin hevur náðað hana. Hon fekk passið aftur og kann fara úr landinum, tá pappírini eru fingin í rættlag.

- Eg havi tosað við foreldrini, og tey eru lukkulig, sigur 24 ára gamlal Marte Dalelv við NRK.

Eisini gerningsmaðurin varð náðaður

Maðurin, sum Marte Dalelv skuldsetti fyri at hava neyðtikið seg, er eisini náðaður. Hann varð annars dømdur at sita í 12 mánaðir fyri at hava drukkið alkohol og hava havt kynsligt samband uttan fyri hjúnalag.

Norski sendiharrin í Arabisku Emiratunum, Åse Elin Bjerke, sigur, at hetta er vanligt.

- Vit hava fingið at vita, at tá ið ein ákærdur verður náðaður, verða onnur ákærd í málinum eisini leyslatin.

33 ára gamli maðurin, sum er ættaður úr Sudan, hevur verið ein av stjórunum hjá Marte Dalelv.

(Mynd: Sigurd Falkenberg Mikkelsen/NRK)