Norska felagið KystLink leggur kongin

Norska felagið KystLink, sum hevur ligið í tungum sjógvi, gav í dag skarvin yvir, rutan Hirtshals Langesund og Strømstad varð í dag niðurløgd. Fíggjarkreppan merkist nú á siglingini til Hirtshals, norska felagið KystLink gavst í dag við rutusiglingini til Hirtshals. Felagið hevur í eina tíð arbeitt við at fáa kapital, talan hevur verið um 50 mill. NOK, men uttan úrslit.

KystLink hevur havt nógvar kappingarneytar, eitt nú Color Line, sum seinasta ár hevur brúkt superspeedferjurnar, sum sigla túrin Hirtshals Larvik og Kristiansand í góðar tríggjar tímar.

Felagið fer nú at seta seg í samband við ferðafólk, sum longu hava keypt sær ferðaseðil á KystLink-rutuni, tí teir ynskja, at enda handilin á so virðiligan hátt, sum tilber.

Starvsfólkini hjá KystLink fingu longu uppsagnarbrøv 1. oktober.

Tá ið KystLink ferjan um 6 tíðina í kvøld kom til Langesund úr Hirtshals, vórðu dyrnar læstar.