Um tað gongur sum tríggir tinglimir úr norska stjórnarflokkinum Høyre ætla, so verður Haraldur kongur av Noregi í morgin ikki longur heilagur. Síðan 1841 hevur norska grundlógin annars staðfest, at kongurin er heilagur, men í morgin skal Stórtingið taka støðu til, um grundlógin skal broytast. Tað skrivar NRK.
Sum nú er staðfestir norska grundlógin, at kongur er heilagur og at hansara persónur hvørki kann ábyrgdast ella ákærast. Við broytingin er ynski tó bara um at strika hansara heilagleikan, meðan restin verður varðveitt.
Uppskotsstillararnir vísa á, at broytingin ikki fer at hava nakran løgfrøðiligan týdning fyri kong, og sambært NRK, so verður uppskotið helst einmælt samtykt á tingfundinum í morgin.
Fleiri aðrar broytingar eru eisini til grundlógina nú hon skal til viðgerðar, men sambært NRK, so er uppskotið um at taka heilagleikan frá kongi tað einasta, ið hevur neyðuga undirtøku til at samtykkjast.