Norra kundi spæla seg í høvuðsumfarið við at vinna á Angola í dag, og tað eydnaðist eftir tógvið stríð við Angola, sum hevði stóran heiður av dystinum, sum Norra at enda vann 30-24, eftir at hava verið á odda 13-12 í hálvleikinum.
Sí eisini:
HM: Norra og Svøríki skulu spæla seg víðari í morgun
Norsku heimsstjørnurnar høvdu trupulleikar av hugagóðari angolskari verju og málverja, samstundis sum Angola spældi við góðum hugflogi í álopinum.
Men fyrrverandi venjarin hjá Neistanum, Danilo Gagliardi, sum nú er hjálparvenjari hjá Angola, mátti síggja Norra revsa nøkur mistøk, tá ið komið var inn í seinasta korterið av dystinum.
Tá øktist munurin úr 21-20 til 25-21, og tá ið sera vælleikandi málverjin hjá Angola fór út við skaða, gjørdist tað nakað lættari hjá teimum norsku, sum eisini spældu betri nú, at fáa málini.
Tað endaði 30-24 til Norra, sum nú hevur tryggjað sær víðari luttøku og minst tvey stig við í høvuðsumfarið. Tey stigini kunnu gerast fýra, um tað eydnast at vinna á Niðurlondum í morgin.
Angola røkkur ikki høvuðsumfarinum eftir ósigurin í dag. Serbia og Slovenia stríðast í morgin um at sleppa víðari saman við Norra og Niðurlondum.
Í bólki D gjørdist í dag greitt, at Russland, Svøríki og Japan koma í høvuðsumfarið.
Tað hendi eftir at Russland vann 33-23 á Japan og Svøríki 30-23 á Argentina.
Bólkur A | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Norra | 4 | 56 | 6 |
2 | Niðurlond | 4 | 42 | 4 |
3 | Serbia | 4 | 10 | 4 |
4 | Slovenia | 4 | -6 | 4 |
5 | Angola | 4 | -11 | 2 |
6 | Kuba | 4 | -91 | 0 |
Bólkur D | Lið | Dystir | Málm. | Stig |
1 | Russland | 3 | 49 | 6 |
2 | Svøríki | 3 | 31 | 6 |
3 | Japan | 3 | 8 | 4 |
4 | Argentina | 3 | -11 | 2 |
5 | DL Kongo | 4 | -42 | 2 |
6 | Kina | 4 | -35 | 0 |