Norrøna við 1025 ferðafólkum

Tá Norrøna loysir í Havn klokkan 21 í annaðkvøld, verða 1025 ferðafólk og 230 bilar við skipinum niður til Hirtshals. Tað er útferðarhugur á føroyingum, nú páskirnar nærkast.

Seinasta hósdag, tá Norrøna fór úr Ánunum, vóru 161 ferðafólk við skipinum niður til Hirtshals. Á ferðini heimaftur var talið av ferðafólki nakað omanfyri 300.

Nú loyst verður aftur í annaðkvøld, er hetta páskatúrur, og hendan túrin verða ikki færri enn 1025 fólk við skipinum og umleið 230 bilar.

Norrøna er inni í Hirtshals leygarmorgun, og tá skipið loysir aftur úr Hirtshals, verða umleið 640 ferðafólk við á ferðini heim til Føroya.

Upp í hesa greinina er knýtt ein myndarøð við mynd av Norrønu, sum liggur við bryggju í Hirtshals. Hendan myndin er tikin seinasta leygarmorgun.

Hinar myndirnar í myndarøðini eru tiknar í Hirtshals í kvøld.