Norröna víðkar Íslandssiglingina

Smyril Blue Water og Smyril Line hava gjørt avtalu um, at Norröna fer at sigla til Íslands við frakt og ferðafólkum í februar og mars Upprunaliga var ætlanin, at Norröna ikki skuldi sigla upp á Ísland í februar og mars, men byrja at sigla við frakt og ferðafólki frá apríl mánaði.

Nú vísir tað seg, at nýggir møguleikar hava stungið seg upp á íslendska marknaðinum. Tískil hevur Smyril Blue Water saman við Smyril Line gjørt av, at gera ein eyka innsats á íslendska marknaðinum og veita eina enn betur tænastu til viðskiftafólkunum hjá báðum feløgunum.

Fyrsta fráferðin hjá Norrönu til Íslands verður av Havnini 2. februar 2009 klokkan 14.00, boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi.