Tað gongur framá við byggingini av nýggju Norrönu, og hetta fer veruliga at merkjast nú. Tann 24. august skal Norröna sjósetast, og fer hon tá við fullari ferð út á sjógv.
? Arbeiðið gongur sum tað skal, sigur Kári Djurhuus, talsmaður fyri Smyril Line. ? Og tað, eg havi frætt, so verður hon liðug til tíðina.
Og nú ber eisini til at fara upp á brúnna, tí brúgvin varð sett upp klokkan 6.00 í gjáramorgunin, men tíverri eru ongar myndir frá hesum.
Nýggja Norröna verður liðug í umleið februar og kemur hon til Føroya mánaðarskifti februar-mars 2003.