Norrøna og hinar ferjurnar sigla fullar

Fólk, sum ætla sær til ella úr Danmark við ferju, skulu bera seg skjótt at, um tey yvirhøvur skulu fáa nakran ferðaseðil, nú eingin flúgving er. Danska útvarpið sigur, at Smyril Line hevur næstan ongar ferðaseðlar eftir við Norrønu úr Esbjerg til Føroya í morgin. Sambært útvarpinum vóru bara 26 pláss eftir av teimum 1.400 umborð á ferjuni klokkan 10 fyrrapartin í dag.

Solvej Boltz, søluleiðari á donsku deildini hjá Smyril Line, sigur við DR, at telefonirnar ringdu nógv í gjár, og at tað er tað sama í dag.

Reiðaríni Stena Line og DFDS siga eisini frá stórum eftirspurningi við ferjunum. Eitt nú eru eingir ferðaseðlar eftir á rutunum hjá Stena Line millum Frederikshavn og Oslo og millum Frederikshavn og Gøteborg. Millum Keypmannahavn og Oslo er heldur einki pláss eftir, sigur DFDS.