Norrøna, sum er á jólaferð í Newcastele, hevur framskundað fráferðina fyri at laga seg til veðrið
- Av tí at veðrið er til vildar sunnukvøldið, hava vit avgjørt at framskunda Jólatúrin hjá Norrønu til Newcastle, sigur Smyril Line í kvøld.
Sostatt verður loyst av Havnini til Newcastle sunnukvøldið tann 27. november klokkan 20 og ikki mánamorgunin sum upprunaliga ætlað.
Check inn byrjar kl. 17:00 og Smyril Line heitir á øll ferðafólk um at verða í góðari tíð - og at minnast til passið, tí annars slepst ikki umborð.
Ferðafólk ið koma úr Suðuroy kl. 19:30, verða vinarliga biðin um at koma beinleiðis til Check inn.
Norrøna verður inni í Newcastle týsmorgunin.
Lagt verður upp til ein fjølbroyttan og spennandi jólatúr við hópin av góðum undirhaldi til tey 800 ferðafólkini, sum skulu við.