Í gjárkvøldið kom Norrøna á Vág, og har hon lá so upplýst við bryggju í kvøldarmyrkrinum, fylti hon væl á fjørðinum og í býarmyndini.
Klokkan sjey í morgun fór Norrøna av Vági á fyrsta túrin millum Suðuroynna og Havnina.
Strandferðslan hevur leigað Norrønu sum avloysaraskip, og ætlandi skal Norrøna røkja hesa sigling í einar 4 vikur, meðan Smyril er í dokk í Danmark.