Danskir myndugleikar hava givið Smyril Line eina bót á 375.000 krónur fyri at hava ov nógv svávul í brennievninum hjá Norrønu, skrivar ShippingWatch.
ShippingWatch skrivar, at Smyril Line hevur rindað bótina uttan at vilja gera fleiri viðmerkingar til málið. Umhvørvismálaráðið upplýsir, at svávulinnihaldið í brennievninum hjá Norrønu var 1,62%, tá skipið varð kannað í Hirtshals 12. juli í fjør. Mest loyvda svávulinnihald í donskum sjóøki er 0,1%.
Danska Umhvørvismálaráðið og løgreglan eru farin í hernað móti tí, sum tey kalla fyri svávulsyndararnir. 17 reiðarí hava fingið bót fyri at skip teirra hava ov nógv svávul í brennievni sínum.
Sambært ShippingWatch er talan um eitt hollendskt, eitt føroyskt og eitt singaporeanskt reiðarí, umframt 14 onnur ókend reiðarí.
Nýggjar treytir komu í gildi 1. januar 2015 í Norðurevropa og Norðuramerika, og nú hevur Umhvørvismálaráðið meldað í alt 17 reiðarí fyri at bróta hesa reglugerðina í donskum sjóøki.
Smyril Line hevur fingið 375.000 krónur í bót, Swire Pacific Offshore hevur fingið 75.000 krónur í bót og MF Group 30.000 krónur.